Fleiri brúgvaløg við regni, vindi og lýggjari veðri flyta seg komandi dagarnar inn yvir Føroyar av suðri og útsynningi. Sunnukvøldið og fyrrapartin mánadagin kemur nakað kaldari luft inn yvir oyggjarnar av norðri.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt ælið. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassa vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, seinni mest av norðri, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður og hitin um 8 stig. Út á kvøldið ella náttina verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum seinni snarar í ein landsynning og sunnan og verður til andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn av suðri. Hitin millum 4 og 7 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10.
Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin snarar í ein útnyrðing og norðan og makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, men út á dagin ælaveður, sum um náttina kann vera vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 7 og 9 stig, út á kvøldið fellur hann niður í frostmarkið til fýra stig.
Mánadagin makar hann vindin eitt bil niður í gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s, men seinnapartin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið snarar í ein útsynning. Fyrst turt og seinni regn av suðri. Um náttina verður andøvsgul upp í strúk í vindi av útsynningi sum snarar í ein landsynning, 8 til 13 m/s, og samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, eitt bil møguliga upp í storm, 20 til 23 m/s. Skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin verður millum 4 og 8 stig.