Eingin kappróður millum kvinnurnar

Ein stórur hálvur minuttur ella neyvari sagt 31.04 sekund. Tað var munurin millum fyrra og seinna skotið, tá ið 6-mannaførini við kvinnum komu á mál inni á Vánni í Klaksvík fyri løtu síðani. Harvið ber ikki til at siga, at talan var um kappróður

At litið er rættuliga frískt, sást á tíðini hjá vinnarabátinum. Ofta hava 6-mannaførini við kvinnum vunnið róðrar við tíðum, sum hava verið undir seks minuttir. Í dag var vinnaratíðin hjá Jarnbardi 6.21.08!

Hóast tíðin onkra ferðina hevur verið betri, so tóktist eingin ivi vera um, at tær umborð á Jarnbardi eru í góðari venjing. Hesa ferð kappaðust tær fyrst og fremst ímóti sær sjálvum.

Kollfirðingur var einasti avbjóðarin. Luttøkutalið boðar frá, at kappróðurin millum 6-mannafør við kvinnum mangan hevur havt tað betri, enn støðan nú er.

 

Norðoyastevna 2007 - 6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 06:21.08

2 Kollfriðingur 06:52.12

 

Støðan í FM - 6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 7

2 Kollfriðingur 5

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Kollfriðingur

2 Jarnbardur

G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.