Eingin kapping millum 8-mannaførini

Argjabáturin vann fyri triðju ferð av trimum róðurin millum 8-mannaførini.

Talan var ikki um kappróður, tí munurin millum bátarnar var so stórur.

Fyrstu túsund metrarnar var munurin ikki so ógvuliga stórur, men á síðsti triðinginum øktist munurin stútt og støðugt.

 

Úrslitið

1 Argjabáturin 07:21.04

2 Árnfirðingur 07:30.04

3 Ørvur 07:47.02

4 Knørrur 07:58.04

 

Støðan

1 Argjabáturin 21

2 Ørvur 16

3 Knørrur 13

4 Árnfirðingur 12