Tað verður eingin nýggj kanning gjørd av umstríddu CIA-flúgvingunum í loftøkinum yvir Danmark, Føroyum og Grønlandi, stendur tað til reyða blokkin í donskum politikki.
Flokkarnir vinstrumegin miðjuna hava annars fleiri ferðir kravt, at ein nýggj kanning verður gjørd av CIA-flúgvingunum við krígsfangum. Men í einum nýggju útspæli frá Sosialdemokratunum, SF og Teimum Radikalu verður hetta kravið slept.
Hinvegin vilja flokkarnar hava kanningar av grundarlagnum fyri krígnum í Afghanistan og av sonevnda fangamálinum.
- Vit vilja gera avmarkaðar kanningar, og vit mugu raðfesta. Vit kunnu ikki drukna Danmark við umfatandi kanningarvirksemi, sigur Villy Søvndal, formaður í SF, við Politiken.