Eingin kann taka meiningarnar frá mær!

 Teir vaknaðu við kaldan dreym og gjørdu mína grein til stórpolitikk  og gloyma tann veruliga politikkin, skrivar Gerhard Lognberg

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður




Eg má nokk siga, at jólini hava gjørt okkum tingmenn, og tey sum mettu seg nær tingsessi hjá Javnaðarflokkinum, dovin og sløv.
Jóanes Eidesgaard, løgmaður hevur verið sáblaður niður um allar grensur ósakliga, men tinglimir floksins og teir og tey, sum næstan vunnu sær sess, ikki hava lætt lítlafingur, men kanska hava hugsað sum so, hatta má løgmaður sjálvur um.
Eg skrivaði eina grein fyri at vísa á, at okkara løgmaður hevði annað uppiborið enn at verða húðflettur av Høgna Hoydal.
Í dag fekk eg svar frá Høgna Hoydal, og hevði eg væntað tað.
So eg ætlaði at svara Høgna so væl eg kundi. Høgni hevur hvassan penn, og er journalistur haldi eg. So komi eg, neyðars maður við míni rørleggjaraútbúgving, men eg royni at halda meg framat. Havi fingið so frætt í vøggugávu, at mær dámar pennin, tá eg siti einsamallur og droymi meg vekk.
Men hvat var tað sum nú hendi. Eg eri í fastatøkum við Høgna Hoydal. Ja, eg skal verja meg sum best. Mitt sum vit dystast, so hoyri eg korunar og svørini glinta stál ímóti stálið.
Nú havi eg mínar egnu í rygginum. Fremstur stendur hann, Bergur P. Dam, og vil jarðleggja Sandoyar tingmannin. Næst ríður hin tiltikna flokstrúgva javnaðarkvinnan Helena á Neystabø og lovar bál og brand yvir henda løgtingslim úr Sandoynni, sum ikki tekur við hennara ráðum.
John Johannessen vil ikki siga dómin soleiðis beint fram, men bíðar til høvdið á Gerhard verður víst fram á silvurfatið.
Síðani ríður annar fram, sum er heldur sprelkin. Hann er ikki í Javnaðarfloks skaranum, men hevur eisini tikið koruna fram. Er er hin navnframi vinmaður mín, Bill Justinusen. Hann vil einki kennast við henda ekstremistin úr Skopun og metir, at rættast var, at hann bleiv fastsettur fyri at forfylgja teimum samskyndu.
Jú, nú stendur á gomlum nøglum. Nú skal skil koma á. Gerhard skal vigast í flokkinum og helst tveitast út í kuldan, tí hann skal ikki prøva upp á at siga sína hugsan.
Pápi mín, sum kundi verða nakað uppfarandi, men skjótt blíður aftur, plagdi at siga við mammu mína, »Jóhanna, hatta Hornstrossið av Sandi blandað við treiksni úr Skúvoy fái eg aldrin billbukt á.«
Sjálvur meti eg meg verða vælsignaðan við nakað av hesum, so tað verður ringt hjá Bergi Dam, at siga Gerhard hvat hann skal siga.
Eg bað í míni grein ongan misskilja meg við vilja, tað er nú gjørt væl og virðuliga.
Tá tað verður sagt, at eg skal taka orðini aftur, so verður tað ikki gjørt. Hvat við øðrum í flokkinum, sum hava úttalað seg í ríkiligt mát mótsat mínum meiningum?
Um so skuldi verið, at flokkurin vildi av við meg, so havi eg einki val. Men eg trúgvi, at nógv fólk í okkara kristna landi eru samd við mær. Eg veit, hvat ið eg standi inni fyri, og tað skal eingin taka frá mær. Hvørja fer eg havi meiningar, ja so reagera fólk úr flokkinum ímóti mær.
Eg hevði ikki verið nógvar dagar í flokkinum, áðrenn fyrsta yvirlýsingin var bæði í bløðunum og útvarpinum frá flokkinum.
Eg má nokk siga, at ikki havi eg havt tað stóru verjuna í Bergi P. Dam. Hann hevur altíð hartað meg, og vóni eg ikki, at eg komi fyri tað vanlagnu, at eg fari at venda mínum egnu sjónarmiðum bakið, og fari at elta Bergi í hansara hugsanum.
Tær hava so ikki rokkið higartil fyri at fáa sæti á tingi. So neyvan hava veljarirnir í høvðustaðnum hildið hansara meiningar verið tær bestu. Men kanska nú fer at bragda, nú hann hevur hyggjuráðini at varpa Gerhard út úr Javnaðarflokkinum.
Eg eri so bláoygdur, at eg haldi meg hava tænt Javnaðarflokkinum líka væl sum Bergur P. Dam.
John Johannesen og eg hava oftani verði ósamdir um hesi viðurskifti, og verður sagt, at flokkurin noyðist at leggja ein linju í teimum etisku málunum. Um tað er ætlanin hjá Bergi, John og Helenu, at eg skal fáa munnkurv, so fara tit heilt skeiv. Tað sum eg standi inni fyri, komi eg ongantíð tilskammar við, tað lyfti eigi eg.
Løgmaður er meiri sakligur í síni talu. Vísur á frælsið í flokkinum, sjálvt um hann slettis ikki er samdur við mær, tað góðtakið eg fult út.
Eg noyðist at enda við úttalilsinum hjá Bill Justinusen. Ja Bill, hvat skal eg siga. Jú tú er ikki samdur við hesum ekstrema javnaðartingmanninum. Jú men, hví skuldi tú verði samdur við mær, helst havi eg verið so innbilskur, at vit vóru samdir.
Men tá eg læs gomlu Dimmu, kundi eg síggja, at ein av mínum harðastu mótstøðumonnum er júst tú Bill. Tað ørkymlar meg, mann kann skjótt fella fyri freistingini, ella møguliga ikki rætt siteraður? Tað kundi meiri enn so komið fyri?
Men sum eg skilji á úttalilsinum, so eri eg borin til altarið, klárur at ofra. Tað verður so ein avgerð, sum onnur enn eg skal taka.
Men mínar meiningar, tær kann so í hvørfall ongin taka frá mær.