Mánakvøldið 25. februar kl. 20 verður nýggi filmurin hjá Katrini Ottarsdóttur ?Eingin kann gera tað perfekta? um myndahøggaran Hans Paula Olsen sýndur í Havn
Filmurin verður vístur í Sjónleikarahúsinum, har bæði leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir, og myndahøggarin, Hans Pauli Olsen verða til staðar.
Aftaná sýninginina verður høvi hjá áskoðararnum at hitta tey bæði og skifta orð við tey um filmin.
?Eingin kann gera tað perfekta? hevur fingið rættiliga góð ummæli í Danmark.
Ummælarin á Politiken, Dorte Hygum Sørensen gevur filminum fýra av seks stjørnum og sigur millum annað:
?Uopstyltet og konkret fortæller Hans Pauli Olsen om sit arbejde (...) Fra han begynder at tegne skulpturen op på papir, til den står færdig på Charlottenborg, har Ottarsdóttirs fotografering smukt fat i materialernes forskellige stoflighed og Hans Pauli Olsens arbejde med dem.?
Frumsýningin í Sjónleikarahúsinum er almenn.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 321131 og 281131 ella keypast í Sjónleikarahúsinum ein tíma undan sýningini.