Eingin kann gera tað bíligari enn vit

Stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen, vísir staðiliga aftur, at tað er ov dýrt og óeffektivt fyri kommunurnar við verandi skipan. – Eg trúgvi lítið, at nakar kann gera tað bíligari enn vit, sigur Poul Andrias Joensen

- Okkara bilar koyra eftir eini neyvt tilrættislagdari rutu, og tí trúgvi eg at tað hevði blivið til nógv meira koyring, skuldu vit fingið boð um avheinting, hvørja fer ein bingja var full. Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

Hann heldur lítið um umskipa ruskinnsavningina við pressum og privatum avheintingum.

- Sum er nú verður alt mett eftir rúmmetrum. Hvørki vit ella brennistøðin á Hjalla hava eina vekt, og tí fáa vit ikki sett prísin eftir vekt. Men flestu pressur trýsta upp til tríggjar ferðir, og tí erprísurin á pressaðum ruski trífaldur.


Pressa líka væl

Harafturat heldur hann tað als ikki verða neyðugt við pressum.

- Okkara bilar hava serútgjørdar pressur innbygdar. Og okkara bilar trýsta ruskið upp til eini fimm ferðir, og tískil verður ruskið pressað tá tað verður avheintað. Vit hava eisini roknað alt hatta út fyri einum tólv árum síðani, og fyri útlátið av CO2 er hetta eisini tann besti mátin. Tá vit yvirtóku koyringina spardu vit eisini umleið seks milliónir um árið, og tí haldi eg ikki nakar kann gera tað bíligari og betri enn vit, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.