Eingin kamping á almennum støðum

Eitt forboð móti kamping á almennum støðum hevði tænt føroyskari ferðavinnu, sigur Ivan Skorheim, formaður í camping.fo

- Tað er púra beint av Eiðis kommunu at seta forboð fyri at yvirnátta við húsvogni/bili á almennum støðum. Teir hava jú eitt kampingpláss í bygdini. Soleiðis byrjar Ivan Skorheim, formaður í camping.fo eitt lesarabræv í dag. Bakgrundin er, at Eiðis kommuna hevur sett forboð móti kamping á almennum økjum.

 

Ivan Skorheim sigur, at kampingviðurskiftini í Føroyum eru so mikið góð, at allir útlendingar, sum ynskja, høvdu fingið gistingarpláss á teimum kampingplássunum, sum eru. Kampingplássini í Føroyum eru í dag um 20 í tali.

 

- Fleiri av kampingplássinum í Føroyum eru sera góð og hava allar hentleikar, so tí er tað eingin grund hjá nøkrum at standa við sínum húsvogni/bili á almennum stað um náttina, skrivar hann.

 

Hann vísir á, at við at seta forboð móti kamping á almennum støðum, mugu ferðafólkini leita sær til kampingplássini.

 

- Her er jú pengar at forvinna, og kundu teir komið kampingplássunum til góðar, so tey kundu betra sínar umstøður upp aftur meira, skrivar Ivan Skorheim.

 

- Vónandi fara fleiri kommunur og landið annars at verða meira úti um seg, skrivar hann at enda.

 

Les eisini Eiðis kommuna setur forboð fyri at yvirnátta við húsvogni/bili