Danska fólkatingið hevur samtykt, at en óheftur kærustovnur skal viðgera kærur um politiið í Danmark.
Kærustovnurin tekur við á nýggjárinum og fær sæti í Århus.
Samtyktin hjá fólkatinginum byggir á fleiri atfinningar ímóti, at politipð sjálvt kannar politiið.
Hóast politiið í Føroyum er danskt, fer nýggi óhefti kærustovnurin ikki at verða galdandi fyri Føroyar eisini.
Her fer politiið framvegis at kanna kærur um politiið.
Ikki galdandi fyri Føroyar
Karen Marie Olesen, fúti sigur, at skal skipanin galda fyri Føroyar eisini, má tað koma eitt politiskt ynski úr Føroyum um tað.
Verandi skipan er, at koma kærur inn um atferðina hjá politinum, verður málið lagt fyri lokalnevndina. I lokalnevndini sita fimm løgtingslimir umframt fútan og umboð fyri politiið.
Eru tað kærur um tiltøk hjá politinum, eitt nú húsarannsókn, fara tær til Ríkisadvokatin.
Um ein politistur er undir illgruna fyri at hava gjørt okkurt revsivert, verður málið sent ferðaliðnum, og danskir politistar eftirkanna skuldsetingarnar.
- Men tað eru sera fáar kærur um politiið í Føroyum, í mesta lagi var ein í gjør, sigur Karen Marie Olesen, fúti.