Enn er ógreitt, um ákæra verur reist móti Sjúrði Højgaard fyri hóttanir móti Anne Mette Greve Klemensen, presti í Fuglafirði.
Sosialurin skrivaði mánadagin, at prestur hevði meldað Sjúrð Højgaard fyri hóttanir.
Bergleif Brimvík,leiðari á kriminaldeildini hjá politinum sigur, at politiið hevur avhoyrt partarnar. Málið liggur hjá politinum, men tað verða løgfrøðingarnir, sum taka støðu til, um ákæra verður reist. Teir eru burturstaddir, og tað verður nakað enn, til teir koma aftur.










