Eingin kúlubøka til Grønlands

Altjóða hvalaveiðinevndin, IWC, tók heldur onga endaliga avgerð í ár um uppskotið hjá Grønlandi um eina nýggja kvotu á 10 kúlubøkur. Sama uppskot varð felt í fjør Altjóða hvalaveiðinevndin IWC, heldur í hesum døgum 61. ársfundin í Portugal.

Heldur ikki hesaferð varð nøkur endalig avgerð tikin á ársfundinum um uppskotið hjá Grønlandi um eina nýggja kvota á 10 kúlubøkur. Malið verður tikið upp aftur á einum eykafundi seinni í ár.

Hóast greiðu niðurstøðuna hjá IWC vísindanevndini um at ein kvota á 10 kúlubøkum í Vestur Grønlandi er innan fyri burðardyggar karmar, var ikki nóg stór undirtøka fyri, at kvotan kundi verða samtykt.

Sama uppskotið varð avvíst við atkvøðugreiðslu í 2008. Ein slík avgerð í IWC krevur ein 3/4 meiriluta.

Felags støðan hjá ES í IWC er høvuðsforðingin fyri, at ein nýggj kvota fyri Grønland verður samtykt. Ein meiriluti av teimum 23 ES limalondum, sum eru limir í IWC er ímóti at lata Grønlandi 10 kúlubøkur.

Hóast ósemju innanhýsis millum ES limalondini, har serliga Svøríki, Finnland og Estland taka undir við eini nýggjari kvotu til Grønlands, eru øll ES limalondini bundin av at atkvøða eins og meirilutin.

Danmark hevur tikið fyrivarni fyri felagsstøðuni hjá ES í IWC, og tekur støðu til einstøk mál við atliti at áhugamálum hjá Grønlandi og Føroyum.

Umboð fyri Føroyar tók lut á ársfundinum.