B71 2 bóltar
Skála 3 bóltar
Skála ferðalagið fór seint seinnapartin sunnudagin í góðum hýri um Skopunarfjørð. John Petersen hevði longu frammanundan, at hann gjørdist venjari í barndómsfelagnum, lagt ætlanir um uttanlands frítíð hesa vikuna. Undan fráferðini hevði hann givið boð um konseptið, sum var, at Skála skuldi binda um í verjuni og dúva upp á snarálop.
Á Sandi varð tað sunnudagin boðað frá, at ímyndin av felagnum, Eli Hentze, nú skal hava ábyrgdina av liðnum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
B71 hevði pláss at spæla á, og heimaliðið legði bragdliga fyri. Sandoyingar høvdu møguleikar at leggja seg á odda, men teir misnýttu. Sum 1. hálvleikur leið fótaði Skála liðið sær, og tá ið teir fóru at hvíla seg, tóktist tað sum um, at tað var gestunum meiri til fyrimunar.
Beinanvegin eftir steðgin syrgdi púra leysi Alexandur Johansen eftir innlegg fyri, at síðsta stóra løtan var eftir treytunum hjá skálamonnum.
Spældu kontra
Eftir 1-0 málið dúvaði Skála upp aftur meiri upp á trygt verjuspæl, alt meðan teir høvdu vakið eyga fyri møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
Sandoyingar vóru noyddir at sleppa eitt sindur í verjupartinum. Fríska lotið gjørdi tað torført at hava tak á samanspælinum, og ov ofta varð loysnin við longum og óneyvum sendingum vald.
Símin Hansen, sum ikki var førur fyri at spæla frá fyrsta bríksli, varð saman við málsókna Jónsvein Thomsen, sum loysti venjaran av, settur á vøllin, men tað spurdist einki burturúr.
Heldur var tað innskiftarin hjá Skála, sum var heppin. Slavisa Kaplanovic, sum Skála formaðurin, Hans Jákup Andreasen, eftir lítlan tíma hevði sett á vøllin fyri Boga Gregersen, staðfesti útisigurin, tá ið hann eftir skjótálop varð púra leysur og setti bóltin framvið Símuni Rógva Hansen.
So bundu skálamenn uppaftur meiri fyri í verjupartinum, og heimamenninir høvdu einki tiltak at seta upp ímóti. Sigurin ber við sær, at Skála aftur setti seg á sætta plássið, sum B71 fyri einari viku síðani tók frá skálamonnum.