Ítróttarhøll
Landsstýrismaðurin við Undirvísingar- og Mentamálum hevur boðað advokatvirkinum hjá einum sjálvsognarstovni undir stovnan á Sandi frá, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið er sinnað at lata stuðul til fígging av ítróttarhøll á Sandi, tá tær treytir, sum Stýrið setir, eru útfyltar.
?Tað eru tær ikki í løtuni, og tí er eingin játtan latin yvirhøvur, men bara ein fráboðan, sigur Óli Holm, landsstýrismaður.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sent advokatvirkinum Teirin og Skaalum, sum umboðar sjálvsonarstovnin "Sandoyarhøllin", skriv, dagfest flaggdagin 25. apríl, har boðað verður frá, at landsstýrismaðurin við undirvísingar- og mentamálum hevur gjørt av, at latast kunnu upp til 45 prosent av tilsamans 12 milliónum krónum í stuðuli til bygging av ítróttarhøll á Sandi.
Hetta eru 15 prosent meira, enn vanliga verður latið. Grundgevingin fyri tí er, at talan er um økismennandi tiltak.
Funnist hevur verið at hesi avgerð, og hava millum annað løgfrøðingar ført fram, at tað er einki løgfrøðiligt skeivt í henni, men at tað er óheppið, at hon verður tikin og fráboðað so stutt undan vali.
Einki valagn
Óli Holm, landsstýrismaður, sigur við Sosialin, at als eingir politiskir baktankar liggja undir hesi avgerðini.
?Hon hevur als einki sum helst við valagn at gera, svarar hann beinleiðis upp á beinleiðis spurningin.
Hann greiðir frá, at málið um ítróttarhøllini er gamalt. Tað byrjaði í august ár 2000, sigur hann. At fráboðanin er komin nú, er bara tí, at hann hevur gjørt sítt arbeiði, sigur landsstýrismaðurin.
Hildin upp í móti, um tað ikki er sera løgið, og um hann ikki hugsaði um, at hann kundi verða lagdur undir at brúka málið sum valagn, svarar hann, at tað heldur hann ikki.
Hinvegin vísir brævið, sum sent er advokatvirkinum, og sum Sosialurin hevur fingið innlit í, at umsóknin, sum nú er svarað, er send Undirvísingar- og Mentamálastýrinum tann 19. apríl í ár, og er svarað seks dagar seinni, flaggdagin, tann 25. apríl.
Spurdur um, hvussu tað bar til at tað var neyðugt at senda fráboðanina sjálvan flaggdagin, svarar Óli Holm, at tað kundi hon verða, eins væl og onkran annan dag.
Men flaggdagurin er almennur frídagur, og tá er Undirvísingar- og Mentamálstýrið stongt, og kortini hevur fólk verið til arbeiðis og skrivað hesa fráboðanina, sum send er til Sands sum telefaks sama dag.
?Tað er væl tí, at fólk arbeiða eisini skeiva tíð á Stýrinum, svarar landsstýrismaðurin, sum heldur fast við, at tað er av tilvild, at fráboðanin varð send hendan dagin.
Aftur verður spurt, um ikki ein slík fráboðan kundi bíðað til mánadagin, sum er fyrsti arbeiðsdagur aftan á flaggdagin, av tí at fríggjadagurin var dýri biðidagur. Men tað hevur landsstýrismaðurin onga viðmerking til.
Hann sigur, sum tað eisini stendur í brævinum, ið Sosialurin hevur fingið innlit í, at málið er løgfrøðiliga kannað í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sum er komið til ta niðurstøðu, at heimild er at lata meira enn tey 30 prosentini, sum vanligt hevur verið, í stuðuli til bygging av høll í Sandoynni.
Um hví hann ikki bíðaði til eftir valið við at senda hesa fráboðina út, svarar Óli Holm, landsstýrismaður, at hann er ikki vísur í, um hann tá hevði havt loyvi at sent hana út yvirhøvur.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa løgfrøðiliga viðmerking til tann spurningin, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Valagn kortini
Hóast Óli Holm, landstýrismaður, leggur dent á, at hann als ikki hevur hugsað um, at málið skuldi enda sum valagn, nú tað varð fráboðað beint undan løgtingsvalinum, veit ein kelda, Sosialurin hevur tosað við, at tað gjørdist tað kortini.
Á veljarafundi Heima á Sandi flaggdagin, varð tað brúkt av einum valevni, sum hevði fingið telefaksið frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum sendandi, og sum beinleiðis stóð og vísti tað fram á veljarafundinum.
Hildin upp móti tí, sigur Óli Holm, at tað kann hann einki gera við, og at tað so ongantíð var hansara ætlan, at tað skuldi brúkast soleiðis.
Ongantíð viðgjørt
Málið um ítróttarhøllina á Sandi, sum Sands Kommua hevur sett eina millión av til á fíggjarætlanini í ár, er annars ongantíð viðgjørt á bygdarráðsfundi á Sandi, frættir Sosialurin frá keldum, sum standa bygdarráðnum nær.
Bygdarráðið hevur ongantíð sæð nakra kostnaðarætlan fyri ítróttarhøllina. Kelda okkara veit kortini at siga, at ætlanin er at byggja høllina á økið, sum lagt er av til slíkt endamál norðan fyri fótbóltsvøllin við Meginskúlan.
Landsarkitekturin, Ole Jensen, sum hevur fingið málið til ummælis frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, váttar fyri Sosialinum, at ætlanin er at byggja har.
Hann sigur, at viðgerðin er ikki liðug, og at hann so seint sum í gjár hevur fingið nýtt tilfar í málinum. Hann kann ikki siga nakað meira um málið, sigur hann, men váttar tó, at verkætlanin, hann hevur fingið til ummælis, er gjørd í vár.
Í tilfari, Sosialurin fyrr hevur fingið innlit í í samband við ítróttarhøllina, stendur, at kostnaðurin fyri høllina fer at verða 14,75 milliónir við mvg.
Í dag verður sagt, at høllin fer at kosta 12 milliónir krónur, sum svarar til áðurnevndu upphædd uttan mvg. Men tá er ikki tikin hædd fyri grundstykkjakostnaði. Heldur ikki verður sagt, um grundstykkjaprísurin er við byggibúgving ella ikki.










