Fótbóltur
Limirnir vóru ikki í iva, tá teir í gjárkvøldið skuldu taka støðu til endaliga uppskotið frá nevndunum í GÍ og LÍF um samanlegging.
Fyrr í vetur vórðu aðalfundir hildnir, har limirnir púrasta greitt viðmæltu, at nevndirnar arbeiddu víðari við ætlanunum um at leggja feløgini saman. Og nú endaliga uppskotið fyrilá, vóru limirnir als ikki í iva.
Í Leirvík vóru 56 limir á fundi, og hvør sum ein atkvøddu hesir fyri eini samanlegging. Helst so stór var undirtøkan í Gøtu, men har var tó heldur eingin ivi. Av teimum 146, sum greiddu atkvøðu, vóru 132 fyri. 12 atkvøddu ímóti, meðan tvær atkvøður vóru blankar.
So samlaða úrslitið var, at av 202 limum vóru 188, sum atkvøddu fyri eini samanlegging, so tað er ikki tann minsti ivin um, at hetta var úrslitið, sum fundarfólkið vildi hava.










