Eingin ivi um Glyvursnes

Flogvøllur
Fleiri høvdu longu gitt tað. Teir sakkønu hava longu sagt tað. Johan Dahl, landsstýrismaður í flogvallarmálum, visti tað. Og nú hevur ein kanning staðfest tað. Glyvursnes er best egnaða stað til framtíðar flogvøll. Men løgtingið hevur kortini skotið henda møguleikan langt út í framtíðina

Rógvi Nybo



Í gjár lat Landsverk nýtt bensin á »bálið« um framtíðar flogvøll í Føroyum. Kanningin av hvar ein framtíðar flogvøllur í Føroyum liggur best, sum summir løgtingsmenn kravdu at kenna úrslitið av, áðrenn teir tóku støðu til, um útbyggjast skuldi í Vágum, varð løgd fram.

Hetta er ein kanning, sum kundi hava avgerandi týdning fyri, hvussu raðfestast skuldi við framtíðar útbygging av infrakervinum í Føroyum.

Tá kanningin varð løgd fram, var eingin ivi um niðurstøðuna. Glyvursnes er nógv best egnaða stað í Føroyum at leggja ein flogvøll.

Í kanningini verður staðfest, at tá tað kemur til lendi rundanum og til veðurlagið á staðnum, er Glyvursnes eitt rættiliga vælegnað flogvallarpláss.

Frítt er til veggja, og einki bendir á, at veður er ein trupulleiki á staðnum. Gamaní er javnan mjørki á Glyvursnesi, men hesum er eisini tikin hædd fyri. Tí á Glyvursnesi er nevniliga gjørligt at byggja ein kategori 2-flogvøll, um hetta er ynskið, og saman við nýmótans útgerðini, sum setast skal upp í samband við eina slíka nýggja flogvallarbygging, verður ikki ein avlýsing á Glyvursnesi orsaka av mjørka.

Hetta staðfesti ein royndur flogskipari, Olaf Poulsen, sum var til staðar tá kanningin varð løgd fram, eisini.

Tilsamans kann ein framtíðar flogvøllur á Glyvursnesi betra um reglusemið á flogferðsluni við í minsta lagi fýra prosentum er niðurstøðan, í mun til flogvøllin í Vágum, sum hevur 83 prosent reglusemi, sambært kanningini hjá Landsverki. Verður ein sokallaður kategori 2-flogvøllur bygdur á Glyvursnesi, er talan helst um eina betring á nógv meira enn hesi fýra prosentini.

Kostnaðarmetingin hjá Landsverki, sum er frá 2006, sigur, at ein vøllur upp á 2700 metrar kann gerast á Glyvursnesi fyri umleið 1,7 milliard krónur.



Einki nýtt undir sólini

Maðurin við valdinum á økinum, landsstýrismaðurin í flogvallarmálum, Johan Dahl, var tó lítið áhugaður í kanningini, tá hon í gjár varð løgd fram. Í øllum førum ómakaði hann sær ikki eingong at møta upp, tá kanningin varð løgd fram.

Tá Rás2 í gjár hevði fatur á honum kundi hann bert staðfesta, at meginparturin av tí, sum stóð í kanningini – og sum bíðað hevur verið eftir í spenningi til í gjár, og sum hevur verið dult sum mansmorð – visti hann longu frammanundan. Uttan veðurkanningarnar, sum hann fekk bagatelliserað til einki at hava uppá seg. Hann hevði longu í januar í fjør fingið hesar upplýsingar frá Landsverki, við kostnaðarmetingum og øllum.

- Her er einki nýtt undir sólini, staðfesti Johan Dahl, landsstýrismaður í flogvallarmálum.

Stóri spurningurn er so, hví fleiri tingmenn, eitt nú Sjúrður Skaale úr Tjóðveldi, John Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, sum saman við Bjarna Djurholm hava verið hart ímóti at byggja fult út í Vágum, vildu hava málið um útbygging út Vágum útsetta inntil kanningin var klár. Teir kundu eftir øllum at døma bert ráðført seg við landsstýrismannin á økinum.


Samtyktu forkromaðu loysnina

Tá Løgtingið fyri einum mánaði síðani, um morgunin tann 16. mars, samtykti at byggjast skuldi út í Vágum, var tað nevniliga við eingin av hesum, ið atkvøddi ímóti uppskotinum um at byggja út á 1799 metrar í Vágum.

Bæði John Johannesen og Poul Michelsen atkvøddu fyri uppskotinum, meðan Sjúrður Skaale og Bjarni Djurholm ikki vóru til staðar, meðan atkvøtt varð.

Tað, sum síðani er komið fram, eftir at útbyggingin í Vágum er samtykt er, at tingmenn eru vorðnir samdir um, at útbyggingin í Vágum, hóast tað ikki er tann optimala loysnin, er ein betring av verandi flogvallarviðurskiftum í Føroyum, og tí varð einmælt samtykt.


Serfrøðin peikar bara á Glyvursnes

Eitt stendur tó greitt. Kanningin, sum Landsverk legði fram í gjár, er bert ein staðfesting av tí, sum vit higartil hava fingið ábendingar um. Nevniliga at besta staðið at leggja ein framtíðar flogvøll í Føroyum, er á Glyvursnesi.

Hetta er sama niðurstøða, sum tyrluskiparin Andrias Mouritsen hevði, tá hann í desember tosaði við Rás2. Hesa niðurstøðu bygdi hann á sína útbúgving sum tyrluskipari og sínar royndir við tyrluflúgving í Føroyum. Og veit nakar um turbulens í Føroyum, so er tað júst tyrluskiparar.

Hetta er tað sama, sum veðurfrøðingur, sum Landsverk hevur ráðført seg við, vísir á – nevniliga at tað er einki sum bendir á at turbulensur er ein trupulleiki á Glyvursnesi, meðan tað er greitt, at turbulensur er ein trupulleiki í Søltuvík og í Vágum.


Meðan vit bíða

Men niðurstøðan hjá Landsverki er – sum Johan Dahl eisini vísti á fyri Rás2 í gjár – enn bert ein fyribils niðurstøða, sum er grundað á landafrøðiligar og veðurfrøðiligar kanningar.

Ætlanin er nú at gera víðari kanningar , fyri at fáa eina fullfíggjaða mynd av turbulensviðurskiftunum, fyri bæði Søltuvík, sum framvegis verður kannað, Glyvursnes og møguliga eisini Vága Floghavn.

Harumframt er ætlanin í ár at arbeiða víðari við at gera kostnaðarmetingar og eitt prosjektuppskot til ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.

Eftir at hetta er gjørt, skal ein búskaparlig kanning gerast, sum skal vísa, um tað nú loysir seg fyri samfelagið at byggja eina flogvøll á Glyvursnesi. Og meðan vit bíða eftir henni, er arbeiðið at byggja út í Vágum farið í gongd, og verður væntandi liðugt um somu tíð ella stutt eftir at búskaparliga kanningin fyriliggur um eini tvey ár.

Henda búskaparliga kanning skal tá eisini taka hædd fyri, at vit hava fingið ein útbygdan flogvøll í Vágum. Tí er enn minni sannlíkt, at tað tá fer at loysa seg fyri samfelagið at byggja ein flogvøll á Glyvursnesi.

Tí er nógv sum bendir á, at teir politikarar, sum hava víst á, at ein útbygging í Vágum fór at skjóta byggingina av einum alternativum flogvølli í Føroyum upp til 45 ár fram í tíðina, nú fáa rætt.




rogvi@sosialurin.fo