Tað er eingin ivi um, at tað fara at verða nógv fleiri føroyingar, sum verða smittaðir við corona.
Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
Hann sigur, at í Danmark er smittan farin at ganga, smittuspjaðingin ekslpoderaði upp á nakrar fáar dagar. Ein høvuðsorsøk til tað, er, at ungfólk, sum hava verið sunnanfyri á skíferiu, komu heim aftur og høvdu smittuna.
Og landslæknin sigur, at nú danir hava lukkað allar útbúgvingarstovnar, er væntandi, at nógv føroysk lesandi í Danmark, fara at koma heim til Føroyar.
Og landslæknin heitir staðiliga á tey um at fara í sjálvboðið sóttarhald í tvær vikur eftir at tey eru komin heim fyri at minka um vandan fyri at bera smittuna víðari.
Tey skulu vera vælkomin til Føroya, men vit heita á tey um at vísa neyðugu ábyrgdina, sigur løgmaður.
Hann sigur, at tað er altavgerandi, at vit ikka missa tamarhaldið á støðuni so at vit hava kapasitet á sjúkrahúsinum til at viðgera tey, sum verða sjúk og tí er neyðugt at seta tiltøk í verk.
Løgmaður sigur, at tey fylgja neyvt við støðuni og verður tað neyðugt, verða harðari tiltøk sett í verk.