Eingin ivi um at hetta verður ein sólskinssøga fyri Suðuroynna

Men suðuroyingar skulu leggja dent á dygd, heldur enn á nøgd

Ongin ivi um at tað verður ein sólskinssøga fyri suðuroynna

Men suðuroyingar skulu leggja dent á dygd, heldur enn á nøgd.

Eg ivist ikki í, at tað fer at vera ein sólskinssøga fyri Suðuroynna. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í kjalarvørrinum á fundinum ímillum Landsstýrið og kommunurnar í Suðuroynni um at menna Suðuroynna.

 

Hann sær nógvar møguleikar fyri sær, serliga heldur hann, at ferðavinnan kann verða ein einastandandi menningarmøguleiki fyri Suðuroynna. Men so skal tað gerast við skili, har suðuroyingar leggja dent á dygd, heldur enn á nøgd, heldur Poul Michelsen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Poul Michelsen sær fyri sær, at Suðuroy kann fáast at mennast aftur.