Myndugleikarnir í Iran hava slept ætlanini at senda skip til Gaza-geiran við neyðhjálp. Tað sigur amerikanska sjónvarpið CNN. Upprunaliga skuldu skipini fara úr Iran í gjár, men nú verður sag, at ætlanin er løgd til viks.
Ein talsmaður fyri iransku stjórnina sigur, at landið fer nú at umhugsa at hjálpa palestinunum í Gaza-geiranum á annan hátt.
Ísraelska stjórnin samtykti fyrr í vikuni at loyva hjálparfelagsskapum og øðrum at flyta ymsar vørur so sum mat, heilivág og byggitilfar til Gaza-geiran.
Ísraelska stjórnin hevur boðað ST frá, at Ísrael fer at uppfata tað sum eina krígsavbjóðing, um Iran sendir skip til leiðirnar úti fyri Gaza-geiranum.