Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Pauli Joensen, harmast um at bert ein
hevur søkt starvið sum lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrið Føroya Tað er eftir øllum at døma lítil áhugi fyri starvinum sum lektari í løgfrøði við Fróðskaparsetri Føroya. Í hvussu er hevur bert ein søkt starvið sum lektari, meðan ein annar, sum søkti starvið sum adjunkt, tók umsókn sína aftur.
Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Pauli Joensen, ivast í, um potentiellir umsøkjarar meta krøvini at vera ov høg.
Ein adjunktur skal hava kandidatprógv ella samsvarandi og royndir í
gransking, ella útfrá tí sum hann hevur gjørt metast at hava góð
granskingarevni. Tað er eisini tað sum stóð í lýsingini, men so settur vit
afturat ? og um viðkomandi ikke hevur longu ella er komin ávegis við
Ph.D.-lestri, skal hann ella hon lata seg innskriva til Ph.D.-lestur í
løgfrøði?. Tað er sostatt einki krav um Ph.D.grad til adjunkt, sigur Jóan Pauli Joensen.
Sjálvur haldi hann, at hetta er ein avbera góður møguleiki hjá einum ungum
løgfrøðingi, men tíverri er trupulleikin hjá Fróðskaparsetrinum tann sami, sum hjá øðrum universitetum. Ungir dugnaligir løgfrøðingar hava so nógvar aðrar
møguleikar.
Rektarin sigur, at teir fara at søkja av nýggjum innan heilt stutta tíð, og hann heitir samstundis á løgfrøðingar um ikki at halda seg aftur, men søkja størvini sum lektari og adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya.









