Eingin hjálp til VB

Neistin vildi ikki lata nøkur óvæntað stig frá sær, tá tær vunnu tryggan sigur í Vági

Hondbóltur

Eftir vørrin, sum VB gjørdi í Runavík fyri viku síðani, varð annars roknað við, at VB kanska eisini kundi sprutta nakað, nú Neistin kom á vitjan.
Neistin hevur sum so ikki tað stóra at spæla fyri, men hóast hetta, so vístu tær enn einaferð, at tær duga at motivera seg sjálvar.
Spenningurin í dystinum varð sum so longu avgreiddur fyrsta korterið, tá tær bláu lupu avstað. Spælið hjá vertunum hekk ikki serliga væl saman, meðan gestirnir høvdu ferð á frá fyrsta bríksli, og longu í steðginum vóru fimm mál á muni.
Tað var ein munur, sum heimaliðið ongan tíð fekk minkað nakað um. Tvørtur ímóti økti Neistin um leiðsluni fyrstu góðu løtuna eftir steðgin, og við hesum settu tær seg enn fastari á bronsumerkini, sum tær hava ligið til alt kappingarárið.
VB liggur hinvegin enn líka tungt undir niðurflytingarstrikuni. Komandi tveir dystirnir hjá liðnum eru móti VÍF og StÍF, og hesir fara at gera av, um matarlepin komandi hondbóltsár er úr Sunset ella 1. deild.

Fakta um dystin
VB-Neistin 19-27 (8-13)
10 min: 2-5
20 min: 4-7
40 min: 13-20
50 min: 15-25
Málskjúttar
VB: Migle Senvityte 6(4), Una Egilsdóttir 5(3), Christina Holm 3, Bára Krosslá 2, Andrea Nielsen 2, Rannvá Johannesen 1
Neistin: Birita Wardum 5, Anja Heinadóttir 5, Unn Kragesteen 5, Lina Andriulyte 4, Jacklin Durhuus 3, Katrin á Neystabø 2, Rakul Augustinussen 1, Rakul Magnussen 1, Unnur Danielsen 1
Brotskøst: VB 8
Útvísingar: VB 1, Neistin 3
Dómarar: Tummas Juul Thomsen & Magnus í Króki