- Tað fer sjálvandi at hava eina ávirkan, tá uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum um avgjald av sterkum øli verður samtykt, men munurin á prísinum fyri ein Elephant við verandi avgjaldi og við nýggja gjaldinum verður ikki himmalvíður.
Tað sigur Allan Skaalum, virkandi stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins.
Júst Elephant-ølin verður bíligari enn hinar nýggju, sterku ølirnar, men tað kemst fyrst og fremst av, at Elephanturin er bíligari í innkeypi.
- Hartil kemur so, at summar av hinum ølinum eru sterkari enn Elephanturin, og tað hevur eisini sína ávirkan, sigur Allan Skaalum.
Hann sigur, at tað illa ber til at siga, hvat ein Elephant fer at kosta, áðrenn nøkur avgerð er tikin um avgjaldið.
- Men tað fer helst at liggja undir 20 krónur fyri dunkin undir øllum umstøðum, sigur Allan Skaalum.
Hann sigur, at hjá Rúsuni er einki annað at gera, enn at bíða, men ein loysn má fyriliggja, so ella so, tá Rúsan letur upp mánadagin.
- Verður uppskotið um avgjald á sterkaru ølsløgini ikki liðugt avgreitt í Løgtinginum fríggjadagin, mugu vit hava eina avtalu í lag við TAKS um, hvat avgjald, vit leggja á nýggju ølirnar, sigur Allan Skaalum.