Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskip Landsins, sigur, at eingin hevur biðið um innlit í hoyringsskrivið, í samband við uppsøgnina hjá Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðara á Strandfersluni.
Hans Petur Joensen varð koyrdur úr starvi sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni í kjalarvørrinum á umstrídda málinum um meirnýtslu á Strandferðsluni. Hann sigur, í einari grein á in.fo fríggjdagin, at hann skilir nú, at Joen Magnus Rasmussen hevur fingið innlit í hansara persónsmál á Strandferðsluni og veit, hvat stendur í hoyringsskrivinum um uppsøgn, sum hann fekk frá stjóranum.
Um hetta er satt, er Joen Magnus Rasmussen sostatt ólógliga kunnaður um hoyringskrivið. Hetta er tískil ein ólóglig framferð, har tagnarskyldan er brotin.
Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskip Landsins, vil tó verða við, at hann ikki veit nakað um at nakar hevur fingið innlit í hoyringsskrivið.
- Eingin hevur biðið meg um innlit í nakað hoyringsskriv, so eg havi ikki útlevera tað til nakran, sigur Hilmar Eliasen.
Hann staðfestir tó at tað er eitt hoyringsskriv, sum tað jú skal verða, men eingin hevur biðið um innlit í tað.
- Eg havi skrivað eitt hoyringsskriv, men eg veit einki um, at nakar hevur fingið innlit í tað, sigur Hilmar Eliasen.










