Floksstríð
Helena Dam á Neystabø fer ikki at stilla upp til fólkaringsvalið, hóast áheitanir fara at koma um tað. Hon hevur gjørt av, at hon stillar ikki upp, og harvið veðrur tað, sigur hon. Orsøkin er støðan í samband við formansvalið í flokkinum.
Um hon fer at stilla upp til løgtingsvalið, er ein spurningur, sum fer at verða avgjørdur millum hana og Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag í næstum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon fer framhaldandi at virka í Løgtinginum fyri tí, sum tænir Sjálvstýrisflokkinum best, hetta sum eftir er av valskeiðnum, sigur hon.
Hvørt hon ætlar at stilla upp aðrastðani enn fyri Sjálvstýrisflokkin til komandi løgtingsval, hevur Helena Dam á Neystabø onga viðmekring til.
Men hon noktar blankt fyri, at nakar annar flokkur enn Sjálvstýrisflokkurin hevur heitt á hana um at stilla upp til valið.
Um politisku hugsjónir sínar sigur hon, at hon framvegis er sera sjálvstýrishugað, eins og hon er av teirri áskoðan, at tær tyngstu byrðarnar skulu leggjast á breiðastu herðarnar.
Fráboðanin
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon tók avgerðina um ikki at stilla upp til formansvalið mikukvøldið. Avgerðin er persónlig, og hon er ikki tikin í samráð við eitt nú landsfelagið ella aðrar politiskar stuðlar.
Hósdagin boðaði hon landsnevndini og øðrum frá, hvat hon hevði gjørt av. Fráboðanin var stutt og ljóðaði soleiðis:
Til Landsnevndina fyri Sjálvstýrisflokkin
v/ Edvardi Hermansen, formanni
Fyri einari tíð síðani vórðu viðtøkurnar fyri flokkin broyttar soleiðis, at floksformaðurin skuldi veljast beinleiðis á landsfundi. Tvey valevni vóru til tað fyrsta valið, sum var í februar í ár. Eg varð vald sum formaður við teprum meiriluta, má sigast.
Fyri flokkin standa veldugar avbjóðingar fyri framman, og eg haldi ikki, nú bara eitt gott hálvt ár eftir seinasta formansval, at tað gagnar flokkinum aftur at hava kampval um formanssessin, har ið útlit eru til, at tann, ið verður valdur, aftur verður valdur við teprum meiriluta.
Tískil fari eg við hesum at boða landsnevndini frá, at eg taki meg aftur sum formansvalevni á landsfundinum í Klaksvík tann 3. november 2001.
Eg fari at nýta høvi til at takka landsnevndini fyri góðan stuðul og gott samstarv, meðan eg havi verið formaður.
Viðsjálvstýriskvøðu
Helena Dam á Neystabø
Einki endamál
Tað tænir ongum sum helst endamáli at liggja og stríðast um ein formanssess í Sjálvstýrisflokkinum. Tað ger bara flokkin veikari, sigur Helena Dam á Neystabø.
At ein formaður verður valdur á einum landsfundi við einum tveimum atkvøðum meira enn mótvalevni, týðir ikki upp á nakran sterkan leiðara, sigur Helena Dam á Neystabø. Og hon hevur ikki hug til at sita sum floksformaður við teirri vitan, at næstan helvtin av flokkinum ikki vil hava hana.
Hon ásannar, at hon hevur fingið onkra einstaka áheitan um at broyta støðu, men tað verður ikki gjørt.
Tá hon hevur hildið formansfrágreiðingina í Klaksvík, eru uppgávur hennara sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum sum so lidnar, sigur hon.