Eingin heilsuápustul, men-men…..

Veit ikki hvussu er við tær, fært tú 6 um dagin? Mælt verður til, at vaksin eta seks fruktir og/ella grønmeti, meðan børn eiga at eta tríggjar. Hoyrdi tíðindasendingina mikukvøldið. Hetta við at sukurløgir og slíkt skuldu gerast dýrari. Lutvís til tess at fáa nakrar eyka krónur í landsskassan og lutvís, so fólk skuldu eta minni av tí, sum hevur eitt høgt sukurinnihald. Pál Weihe, formaður í Fyribyrgingarráðnum greiddi væl frá fyrimunum og vansum við hesum. Hóskvøldið greiddi Hans Pauli Strøm frá, at gott hevði verið at fingið frukt og grønt MVG-frítt, men at tað ikki var gjørligt júst nú

Fegnist um heilsurenning, roykfrítt umhvørvi osfr, og eisini um góðu intentiónirnar um at gera frukt og grønt MVG-frítt. Tíverri verður sagt, at tað ikki ber til at gera tað bíligari, tí at ynski ikki er um at hava frávik í MVG-lógini.

Eg haldi, at um ein veruliga skal “sláa seymin á høvdið” og nakað munagott skal spyrjast burturúr hesum átøkum, sum í fleiri førum hava rós uppiborið, er alneyðugt at frukt og grønmeti gerst bíligari. Prísurin ER púra órímiligur á fruktum og grønmeti. Serliga – men ikki bert – tá talan er um vistfrøðiligar fruktir og grønmeti. Meini so við: 1 kg av vistfrøðilgum gularótum fyri 19,95 kr!!

Haldi, at tað kundi verið sera ’politiskt korrekt’ at frukt og grønmeti lækkaði nakað í prísi, og serliga tað vistfrøðiliga, tí tað er jú eisini umhvørvinum at gagni.

Og so nakað heilt annað, sum kanska heldur er eitt ynski til handlarnar. Ber ikki til at fáa nýggjar fruktir og grønmeti tvær ferðir um vikuna – td. týsdag og fríggjadag? Kann ikki vera rætt, at tað stórt sæð er ógjørligt at finna tilfar til eina salat, um ein fer til handils leygardag. Einasta brúkiliga grønmeti, tú tá fært hendur á, er hvítkál, gularøtur og kanska onkur hendinga sitron.Varð einaferð ringd upp fríggjakvøld, biðin um at gera tvær stórar og leskiligar skálir av salati til sunnudag. TAÐ var nakað av einari avbjóðing!!!

Nú eg eri í holt við handlarnar, gótt í tykkum, kunnu tit ikki royna í størri mun eisini at hava frukt og grønmeti sum tilboðsvørur? Tað tykist mær sum tilboðini aloftast eru sodavatn, kips og pitsur.