Fyri løtu síðan byrjaði ein venjing á Leirvíksvegnum/ Kambsdali, sum sløkkiliðsfólk í Klaksvík, Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og av Skálafjørðinum eru partur av.
- Hetta er eitt stórt venjingartiltak, og her verður nógvur útrykningur. Men ongum nýtist at óttast, tí her er einki hent, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði.
Hann leggur aftrat, at tað, sum hendir, er, at ein stórur bussur koppar, og síðan fer hjálpararbeiði og bjargingin í gongd.
- Hetta er eitt venjingarátak, sum skal gera okkum, ið arbeiða á hesum øki, enn betri førar fyri at loysa slíkar uppgávur, sigur Sunleiv Højgaard, sum seinni í kvøld fer at venda aftur til átakið.