Í morgun varð boðað frá grind í Suðuroy. Tað var strandfaraskipið, Smyril, sum boðaði frá grind eystan fyri Suðuroy.
Bátar fóru til hana, men har var eingin grind at finna. Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at tað eiansta, bátarnir funnu, var ein bólkur av springarum, sum lógu við munnan á Tvørafirði.
Men talan var ikki um ein bólk av teimum vanligu skjórutu springarunum, vit plagdu halda til. Heldur var talan um ein bólk av rissospringarum, sum eru heldur størri, men teir eru friðaðir og tískil varð eisini gjørt av at lata teir fara, sigur sýslumaðurin.