Eingin grind til fáminingar

Avgjørt er at lata grindina sleppa

Eingin grind leggur beinini í Fámjin á hesum sinni. Fyri løtu síðan avgjørdu grindaformenninir saman við sýslumanninum at lata grindina fara.


- Vit hava júst blást av. Grindaformenninir, Brimil og vit eru samd um, at tað gerst ikki meira í kvøld. Tað verður myrkt nú og tað rekur illa, so tað er best at gevast, sigur Jaspur Vang, sýslumaður á oynni.


Tað var fyrr í dag, at Brimil fann eina grind vestanfyri Sumbiarhólm, men sum skilst, so gekk tað illa at reka grindina, ið kavaði nógv. Vóna bleiv tó, at tað fór at eydnast at reka hana til Fámjins, men eftir at hava rikið hana í nakrar tímar, er avgerð nú tikin um at lata hana fara.