Soleiðis hevur støðan eisini verið seinastu mongu árini, og leitast skal aftur til 1997, tá eitt sannførandi VÍF-lið vann bæði lands- og steypakapping. Síðani hevur StÍF fyri tað nógva sitið tungt á steypakappingini. Tvær ferðir – í 1999 og í 2003 tapti StÍF finaludystin, men í báðum førum endaðu teir árið við at vinna FM-heitið.










