Eingin greiður favorittur í 8. umfari í effodeildini

(Frá Rás2) Hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", sum var seinnapartin í dag, har mett var um komandi umfar í effodeildini

Teitur Joensen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið á Rás2 seinnapartin í dag. Í morgin er halgidagur, og tí verður sendingin "SportBoxin" ikki á skrá fyrrapartin í morgin. Tí var eitt fótbóltspanel mannað seinnapartin. Vertur var Heri Simonsen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina.

 

Vit hoyra Teit Joensen og Trónd Arge viðgera hesi evni:

 

1) Hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið

2) Úttalilsi hjá Jákupi á Borg um harða døming

3) 8. umfar í effodeildini, sum verður hetta vikuskiftið

4) Avrikið hjá føroyska U17 landsliðnum í EM-endaspælinum

 

Teitur og Tróndur vænta nógvar javnar dystir, og tippa javnleikir og smalar sigrar í áttanda umfari.