Eingin greið niðurstøða um SEV

Klaksvíkar býráðið viðgjørdi týskvøldið framtíðina hjá SEV, men eingin niðurstøða varð gjørd, og máið varð beint í fíggjarnevndina

Varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jákup Mikkelsen, var herfyri alment frammi við sjónarmiðinum um, at kommunurnar eiga at selja SEV. Hann tók samstundis stig til, at málið kom fyri býráðið í Klaksvík til umrøðu.
Týskvøldið kjakaðust býráðslimirnir í hálvan annan tíma um framtíðarviðurskiftini hjá SEV, og tað vóru bæði røddir, sum talaðu fyri og ímóti at selja SEV.
 Undirtøkan fyri uppskotinum var eitt sindur ivasom, og í øllum førum ber til at siga, at tað vóru ymsar meiningar um málið. Eg haldi, at hetta er eitt so stórt og álvarsamt mál, at vit eiga at fara hóvliga fram, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Málið um SEV var beint í fíggjarnevndina.