HB og AB skulu sambært Formula skránni spæla landskappingardyst í Gundadali sunnudagin. Men nú er greitt, at dysturin verður ikki spældur.
Orsøkin er sambært heimasíðuni hjá HB tann, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki á ikki er liðugt enn.
Dysturin er útsettur, men enn er ikki greitt, nær hann verður spældur.










