Kappróður
Tað var nakað heilt nýtt, tá ið Erla Kongsdóttir við kvinnumanning úr Fuglafirði næstsíðsta leygardag vann fyrsta FM kappróðurin, sum var í Klaksvík.
Á Skála varð undirstrikað, at í løtuni eiga fuglfirðingar bestu kvinnumanningina í 5-mannaførum, og harvið ber tað eftir tvær tær fyrstu FM kappingarnar ikki til at siga annað, enn at Erla Kongsdóttir er favorittur at vinna FM. Hetta heitið hevur Erla Kongsdóttir ongantíð vunnið, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappingina eftir tí leistinum, sum síðani hevur verið nýttur.
Tað skal leitast langt og leingi fyri at finna FM sigur til kvinnurnar í Fuglafirði. Í árunum frá 1964 og fram til 1972 varð tað í einum róðri eftir ólavsøku kappast um FM. Í fyrstu kappingini, í 1964, vann Erla Kongsdóttir fyri fyrstu og higartil einastu ferð!
Komandi vikurnar fara at vísa, hvussu tað fer at tørna út í ár. Fyribils sær tað gott út hjá Erlu Kongsdóttir.
Á norðoyastevnu vóru tað ávikavíst Frúgvin úr Miðvági og Hvassi av Oyri, sum bjóðaðu av og endaðu á næstfremsta og triðja plássi. Á Skála komu bátarnir á mál í júst somu røð.
Á norðoyastevnu var munurin frá Erlu Kongsdóttir og aftur til Frúnna 1.07 sekund. Á fjarðastevnu var munurin tódnaður niður í 0.56 sekund. Úrslitini og gongdin boða frá, at talan verður um sera spennandi kapping, tá ið eitt nýtt umfar verður á skránni í Kollafirði leygardagin.