Eingin gáva til Beckham

Hóast hann hevur møguleika at spæla sín landsdyst nummar 100, so er als ikki víst, at David Beckham er partur av fyrsta landsliðshópinum, sum Fabio Capello fer at velja sær. 6. februar skal Ongland spæla venjingardyst móti Sveis, men Capello sigur, at eingin spælari skal kenna seg vissan í nakrari úttøku. – Beckham er ein týdningarmikil spælari, og hann hevur enn nógv at geva Onglandi. Men sum venjari gevi eg øllum spælarum sama møguleika, og tí kann eg ikki garantera nøkrum eitt pláss fram um aðrar, sigur Capello við enskar miðlar.