Fyri løtu síðani kom Anfinn Kallsberg, løgmaður, til Føroya við Atlantsflog.
Men hann fer kortini ikki at taka ítøkilig stig til nakað í samgongustríðnum í kvøld.
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur, at løgmaður er troyttur eftir ferðina í Bretlandi og ætlar sær at kanna støðuna nærri og hvíla seg, áðrenn hann í morgin fer at gera meira við málið.
Tað hevur enn ikki borið til at fingið fatur á løgmanni sjálvum.










