Eingin fuglur kann vera pisa alt lívið

- Eg ynski eitt hugburðsskiftið burtur frá heimastýri. Tað skal til, um vit ætla føroyska samfelagnum eina framtíð yvirhøvur, sigur Carl Jóhan Jensen.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Kvøldið, sum eg kom heim í summarfrí úr Brússel beint fyri ólavsøku. Tað vil siga ikki heimkomuna sum slíka, men kvøldið sjálvt, veðrið og eitt slank niðan á Sornfelli á veg úr Vágum, útsýnið haðani og summarkvøldsdýrdina.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Dagarnir í Reykjavík í november í samband við, at Ó-/ søgur um djevulskap kom út í eini framúrskarandi íslendskari týðing.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- BA(÷d)H –samgonguna og allar gerningar hennara, allar tankar, allar baktankar, illtankar, vantankar, eftirtankar, yvirtankar, undirtankar og yvirhøvur allar teir óskila- og spillu-politisku hoppistertuhugsanir, ið hesin óeydnissavnaður hevur tugt niður í føroyska veljaran, ið øllum gloypur upp á sín ómettiliga ali-pisu-vís.
 
Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Eitt hugburðsskiftið burtur frá heimastýri. Tað skal til, um vit ætla føroyska samfelagnum eina framtíð yvirhøvur. Eg meini, at eingin fuglur kann vera pisa alt lívið og síðst av øllum alipisa, ha? sigur Carl Jóhan Jensen.