Ein sera løgin spurningur at seta sær - men havandi dupultmoral Vesturheimsins í huga - so er hetta lyndið okkara í einum nøtuhylki.
? Sadam Hussein er eitt svín - og Hitler tað sama. Milosevic er hópdrápsmaður - og gomlu andaligu leiðararnir í Iran eru nakrir verri bøðlar.
Men okkara leiðarar vestanfyri eru fyrimyndarligir. Tá fólk í øðrum londum - serliga londum fjart frá okkara leiðum - klandrast, so leggja teir uppí - og sissa fólkið.
Soleiðis løgdu okkara leiðarar upp í stríðið í Kuwait á sinni. Og soleiðis royndu teir at steðga meinsleysa stríðnum á Balkan fyrr í ár. Øll tóku vit samtykkjandi undir við hetjunum - teimum amerikansku á odda, sum á henda hátt steðgaðu bølmennunum, Sadam Hussein og Slobodan Milosevic.
Men aftur til Uranið í sjónvarpssendingini.
Nú eru menn farnir at spekulera uppá, um iraksku hermenninir hava fingið skaða av uraninum, ið var í bumbunum, sum amerikanararnir tveittu eftir teimum. Iraksku serfrøðingar vilja vera við, at uranið er orsøkin til, at so nógv vatnskøpt børn eru fødd í Iran síðani flógvakríggið, eins og so nógv fólk - eisini ungfólk - doyggja av krabbameini.
Men hesum vísa bretsku og amerikansku hernaðarmyndugleikarnir aftur. Nei, uranið er ikki skaðiligt - uttan tú fært tað í blóðið. Tú fært ikki skaða bara av at anda tað í teg, siga teir.
Jú, vit meina tað! »Okkara« hernaðarleiðarar tosa um evnið, eins og tá vit hoyra danir tosa um viðurskiftini hjá búrhøsnunum.
»Friður á jørð og í menniskjum góður tokki«. Hesi fornu orð lesa vit í okkara parti av heiminum nú um dagarnar. Uttan iva lesa »okkara« hernaðarleiðarar eisini henda tekst.
Men so leingi teir royna at skapa frið við vápnum og eitri verður eingin friður og eingin góður tokki.