Hóast Avstralia hevur sent fleiri hundrað hermenn til Eystur-Timor, heldur ófriðurin har fram, skriva tíðindastovurnar.
Í gjár var sera ófriðarligt í høvuðsstaðnum Dili, sum er har norðuri í landinum, og umleið 2.000 fólk gingu mótmælisgongu uttan fyri tinghúsið, har tey kravdu, at Mari Alkatiri, forsætisráðharri, verður koyrdur frá, og at fólkið stuðlar Xanana Gusmao, forseta. Aðrastaðni settu fólk eld á, og fleiri handlar vórðu rændir, skrivar AP.
Minst 30 fólk hava latið lív í ófriðinum í Eystur-Timor, sum kyknaði í síðsta mánað, og fólk í túsundatali eru flýdd frá húsi og heimi. Nógv teirra eru nú í tjaldlegum, sum ST hevur sett upp uttan fyri Dili, og har standa avstralskir hermenn á varðhaldi.