Tað sigur bretska verjumálaráðið í einari frágreiðing í morgun.
Sagt verður eisini, at russiska hermegin nú brúkar eldri og minni neyv vápn í krígnum móti Ukraina.
- Hesi vápn eru ikki serliga effektiv í kríggi, og tey eru heldur ikki serliga neyv. Tískil er vandin eisini størri fyri at raka sivil mál.
Í frágreiðingini verður víst á, at tá tað hevur tikið so langa tíð hjá russiska herinum at fáa eftirlit við Ukraina og loftrúminum yvir landinum, hevur Russland helst brúkt nógv fleri loftvápn enn ætlað.
- Russiski herurin brúkar eisini vápn, sum eru eldri og minni effektiv, verður sagt í frágreiðingini, sum bretska verjumálaráðið kunnger.
CNN veit at siga, at "loftvápn" eru vápn, sum verða skotin út í luftini - gjarna langt frá teimum málum, tey eru ætlað at raka.
##med2##