Almenningurin fær kortini ikki at vita fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni. Feilur er í grannskoðarafrágreiðingini
- Nei, tað verður ikki í dag. Høvuðstølini skulu avstemmast av nýggjum, tí har er feilur í, sigur Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri.
Vinnumálaráðið fekk frágreiðingina frá grannskoðaravirkinum Januar fríggjadagin í síðstu viku. Frágreiðingin skuldi almannakunngerast í dag, men soleiðis verður kortini ikki.
- Vit fara aftur á fund við Januar fríggjadagin, og so mugu vit síggja, hvussu landið liggur, sigur Bjørgfríð Ludvig.
Sambært aðalstjóranum verður nú umhugsað, um Vinnumálaráðið í staðin skal biðja um eina fullfíggjaða grannskoðan av roknskapinum hjá Strandferðsluni. Hesin plagar vanliga at koma móti sumri.
Enn er tó eingin avgerð tikin um hetta. Men greitt er tó, at óvissan um fíggjarstøðan á Strandferðsluni verður hangandi í luftini eitt sindur afturat.