Gudstænastur: Hyggur tú her í blaðnum eftir listanum við gudstænastum, so sæst skilliga at prestarnir hava eina strævna viku fyri framman.
Teir ynskja sum vera man at koma runt til allar kirkjurnar í teirra sókn, og tí er ofta neyðugt við fleiri gudstænastum sama dag - heilt upp í tríggjar ein slíkan dag.
Summastaðni verður eisini gjørt eitt sindur burtur úr slíkar dagar, har ein fær vitjan av kórum ella fólki, ið lesur gudfrøði.
Vit hava tosað við fýra av prestum okkara um skránna fyri páskini. Teir eru Jóannis Fonsdal sum er prestur í Havnar kirkju, Jógvan Fríðriksson sum er prestur í Sjóvar sókn, Jákup Reinert Hansen sum er prestur á Sandi og Jónsvein Bech sum er prestur á Tvøroyri.
At teir hava eina stævna viku fyri framman ber henda síðan boð um. Teir hava so ikki nakra páskaferiu!