Eingin fótbóltur verður í dag

FSF hevur gjørt av, at allir dystirnir, sum sambært skránni skuldu vera í dag, verða útsettir

Tað verður eingin fótbóltur í dag. 

 

At koronan av álvara er farin at gera um seg hevði fyrr í morgun við sær, at fólkakirkjan avlýsti allar gudstænasturnar í dag.

 

Landslæknin segði í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya klokkan 10, at hann helt ikki, at tað var ráðiligt, at tað vóru áskoðarar til fótbóltsdystir í dag, og nú hevur FSF tikið avgerð um, at dystirnir í dag verða útsettir.

 

FSF skrivar soleiðis:

 

 

 

Vegna koronastøðuna, sum nú er íkomin, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt at avlýsa allan fótbólt

 

——————

 

Eftir ætlan skuldu fýra dystir í 12. umfari í Betri Deildini hjá monnum verði spældir í dag, umframt at fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum eisini var á skránni.

 

Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at vegna koronastøðuna, sum nú er íkomin, er allur fótbóltur fyribils avlýstur.

 

Hvussu leingi steðgurin verður, er støða ikki tikin til enn.

 

Eftir ætlan skuldi tíðindafundur verða í FSF-húsinum í morgin, har A-landsliðið við monnum til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein skuldi kunngerast. Væntandi verða landsdystirnir spældir sum ætlað, men tíðindafundurin er avlýstur.