Tað kemur ikki so ofta fyri, men soleiðis verður tað seinnapartin í dag, tá ið 7. umfar í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum verður á skránni.
Tey trý feløgini í høvuðsstaðnum – HB, B36 og AB – fara í dag øll at spæla á útivølli.
HB fer í Sarpugerði í Norðragøtu at kappast við Víking um, hvat av hesum báðum liðunum skal vera fremri í kappingini við toppliðið KÍ.
B36 fer at spæla undir Mýruhjalla á Skála, har heimaliðið fer at stríðast fyri at vinna ársins fyrsta sigur.
AB fer at spæla við Margáir í Streymnesi. EB/Streymur hevur sjey stig, og um tað eydnast argjamonnum at vinna fulla úrtøku, so fer AB eisini at hava sjey stig.
Á Svangaskarði fáa toftamenn, sum 2. páskadag taptu 4-0 ímóti Víkingi, vitjan av KÍ, ið framvegis hevur fulla úrtøku.
Á Dungasandi í Sørvági fer NSÍ at spæla fyri annað vikuskiftið á rað at vinna á útivølli. Hjá 07 Vestur gekk tað væl, tá ið lið av Skálafjørðinum síðst var í Sørvági. Tá vann 07 Vestur 1-0 ímóti B68.
Víkingur – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
B68 – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00
Skála – B36: Petur Reinert kl. 15.00
07 Vestur – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
EB/Streymur – AB: Dagfinn Forná kl. 16.00
| KÍ | 6 | 6 | 0 | 0 | 19 | 1 | 18 |
| HB | 6 | 4 | 2 | 0 | 15 | 7 | 14 |
| Víkingur | 5 | 4 | 0 | 1 | 15 | 6 | 12 |
| B36 | 6 | 3 | 0 | 3 | 11 | 6 | 9 |
| EB/Streymur | 6 | 2 | 1 | 3 | 10 | 14 | 7 |
| NSÍ | 6 | 2 | 0 | 4 | 8 | 18 | 6 |
| B68 | 6 | 1 | 2 | 3 | 6 | 12 | 5 |
| 07 Vestur | 6 | 1 | 2 | 3 | 6 | 12 | 5 |
| AB | 5 | 1 | 1 | 3 | 9 | 16 | 4 |
| Skála | 6 | 0 | 2 | 4 | 7 | 14 | 2 |











