Eingin formaður

Niclas Joensen tekur ikki við afturvalið sum formaður í Flogbóltssambandi Føroya, men eingin er í uppskoti at taka við

Flogbóltur

Á aðalfundinum hjá Flogbóltssmbandi Føroya var ætlanin, at nýggjur formaður skuldi veljast, nú formaðurin seinastu seks árini, Niclas Joensen, hevur boðað frá, at hann ikki tók við afturvali.
Eingin var í uppskoti til nýggjan formann, og tí hevur FBFgjørt av, at nýggjur fundur skal haldast, og verður hesin ætlandi um ein mánað ella so.

Stórt arbeiði
Tá fólk ikki fáast at stilla upp til formansval, er tað aloftast soleiðis, at onkrar ósemjur eru, sum fáa fólk at setast afturá, men tað tykist so avgjørt ikki vera støðan í Flogbóltssambandinum.
Heldur er tað soleiðis, at tað er torført at fáa nakran at taka við eftir Niclas, tí fólk helst vilja sleppa undan at verða vigaði á somu vágskál, sum fyrrverandi formaðurin. Í hansara skeiði hevur Flogbóltssambandið og flogbólturin í Føroyum sum heild ment seg sera nógv. Sjálvandi hava veddingarpengarnir frá donsku Tipstænastuni hjálpt væl til, men virksemið hjá flogbóltinum er í dag størri og breiðari enn nakran tíð áður.

Broytt steypakapping
Eitt evni, sum fekk nógva umrøðu á aðalfundinum var annars skipanin av steypakappingini. Her var ein broyting í uppskoti, soleiðis at fyri at kunna vera við í finaludystinum skal liðið hava tikið lut í báðum teimum stóru kappingunum, sum geva atgongd til steypafinaluna. Nevnliga Fleyr- og Mjølnir kappingunum.
Eitt nú vóru fuglfirðingar ikki við í Fleyr kappingini í fjør, tó at teir vóru í steypafinaluni, men hvussu er og ikki, so vann hetta uppskotið ikki frama. Somuleiðis fall eitt uppskot um, at stigini ikki skuldu býtast í helvt, tá fyrra kappingarhálva er runnin.
Smærri broytingar vórðu annars framdar í kappingini hjá yngru deildunum, soleiðis at FM-kappingin í hesum nú bert umfatar vikuskiftiskappingar.

Yvirskot
Fíggjarliga royndist árið eisini á eini leið hjá Flogbóltssambandinum. Úrslitið varð eitt yvirskot á 143 tkr., eftir at talan tey bæði undanfarnu árini hevur verið um hall.
Nú Niclas Joensen leggur frá sær sum formaður í Flogbóltssambandinum hevur FBF eina eginogn upp á 410 tkr.