Eingin forðing fyri tinglýsing

Tað er eingin tøknilig forðing fyri, at Tinglýsingin kann fáast í eina serføroyska edv-skrá, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron. Hann kennir sína fyritøku vera fyri vanbýti, nú Gjaldskipanin verður steðgað, og tinglýsingin liggur í danskari edv-skrá

Tað er av tøkniligum orsøkum, at føroyska tinglýsingin liggur í í danskari edv-skrá.
Tað var ein av umberingunum í Sosialinum hósdagin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við lógarmálum, fyri, at tinglýsingin ikki verður umsitin sambært lógini. Hesum uppáhaldi vísir Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, aftur.
? Tað er heilt vist ikki nøkur tøknilig forðing fyri, at Tinglýsingin kemur í eina føroyska edv-skrá. Løgmálaráðið skal bara taka seg saman, um teir veruliga vilja hava tinglýsingina á føroyskar hendur, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron.

Ímóti lógini
Tað, at telduskrásetta tinglýsingin liggur hjá CSC-Danmark, merkir, at Tinglýsingin ikki virkar sambært teirri lógini, sum løgtingið samtykti í 2000.
Í lógini verður sagt, at allar upplýsingar í edv-skránni hjá tinglýsingini skulu vera atkomiligar hjá øllum á internetinum. Í donsku skipanini krevst, at rindað verður fyri íbinding, eitt fast mánaðargjald og eitt ávíst krónutal fyri hvønn brúktan tíma.
Tað hevði lættliga borið til at sloppið undan hesum við at gjørt eina føroyska skipan, sigur stjórin í Elektron, sum landsstýrið sjálvt eigur í.
? Løgmálaráðið skal gera sum øll onnur. Tey skulu orða, hvat tey vilja hava. Til dømis um hon skal byggja á eina almenna atgongd umvegis internetið. Løgmálaráðið skal gera upp, hvat tey vilja hava og gera útboðstilfar. Tað eru fleiri føroyskar fyritøkur, sum megna at gera arbeiðið, og eg kann siga fyri okkum, at vit eru áhugað, sigur Niels Christian Nolsøe.

Fyri vanbýti
Tað kann tykjast løgið, at sami landsstýrismaður, sum við lóg og valdi hevur forðað Gjaldskipanini hjá Elektron og peningastovnunum at virka í samstarvi við PBS í Danmark, sjálvur hevur sent alla tinglýsingina til Danmarkar í eina danska edv-skrá.
Stjórin á Elektron dylur ikki, at hann heldur mismun vera gjørdan.
? Hetta er bara ein av mongum mótsetningum, sum eru í hesum málinum. Tað er heilt vist, at upplýsingar um ognarviðurskifti eru meira viðkvæmar enn upplýsingar um, hvat tú rindaði SEV síðsta mánaði. Tað er eisini løgið, at gjaldkortini eru undantikin forboðnum, tí tær upplýsingarnar eru nógv meiri viðkvæmar. Men hetta prógvar bara, at talan er um eitt vinnuforboð, sum einki hevur við trygd hins einstaka at gera, sigur Niels Christian Nolsøe.
Hann veit ikki, hvat Elektron fer at gera, um rættarmálið avger, at tað var í samsvari við lógina, at Gjalskipanin varð steðgað. Hann vísir aftur, at Elektron longu hevur eina paralella skipan liggjandi, sum tað hevur annars ljóðað. Hann vísir eisini aftur, at Elektron hevur bundið seg til PBS fyri eina ávísa peningaupphædd.

MYNDATXT
Elektron bjóðar seg gjarna fram at gera tøkniliga arbeiðið at fáa tinglýsingina í eina serføroyska edv-skrá, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, sum heldur landsstýrismannin gera mismun