Havnarbýurin, Kherson og partar av Zaporizjzja-regiónini í Ukraina, hava síðan byrjanina av russisku innrásini verið undir russiskum valdi.
Íbúgvarnir í økinum hava verið noyddir at brúka rublar sum gjaldoyra, og økini hava seinastu mánaðirnar virkað sum ein partur av russiskum búskapi.
Í fleiri vikur hava russiskt settu myndugleikarnir í býnum snakkað um eina fólkaatkvøðu, har atkvøðast skal um, hvørt økið skal gerast partur av Russlandi eins og Krim-hálvoyggin í 2014.
Men, ein russiskt vinarligur tænastumaður, Kirill Stremousov, segði í dag, at umrødda fólkaatkvøðan fyribils er útsett orsakað av øllum, sum hendir, sum hann tók til.
Russiska ríkisútvarpið hevur endurgivið hesa útsøgn í dag.
Seinni broytti Kirill Stremousov sína útsøgn og segði, at dagfestingin enn ikki er klár, men at ein fólkaatkvøða verður gjøgnumførd - líkamikið hvat hendir.
- Eingin fer at avlýsa fólkaatkvøðuna, sigur tænastumaðurin á Telegram.
Seinastu vikurnar hevur ukrainski herurin framt mótálop á russisku deildirnar í Kherson-økinum í einari roynd at endurvinna býin og onnur hersett øki har suðuri í Ukraina.
- Ukrainski herurin sigur, at teir hava tikið einstakar býir, og at teirra deildir hava lopið á og hava oyðilagt fleiri strategisk russisk mál í økinum, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.
##med2##












