Eingin føroyingur vann

Tað var einki føroyskt navn ímillum heiðursprísvinnararnar tá Norðurlandaráðið deildi út.

Tað var einki føroyskt navn ímillum heiðursprísvinnararnar tá Norðurlandaráðið deildi út.

 

Tað var ikki tí, at einki føroyskt navn var nominerað, men tað vóru í staðin danir, ið fóru við tí mesta.

 

Barna- og ungdómslitteraturprísin fingu tó finsku Seita Vuorela og Jani Ikone fyri bókina, Karikko, og tað var eisini ein finni, ið fekk tónleikaprísin, Pekka Kuusisto.

 

Hinvegin var tað ein donsk kvinna, Selina Juul, ið vann ársins umhvørvisprís við tiltakinum, Stríðið móti matspillu.

 

Kim Leine vann ókmentaprísin hjá Norðurlandaráðnum og tá fimlurin, Jagten, vann filmsprísin, vunnu danir tríggjar av teimum fimm heiðrunum. Finland vann hinar báðar.