Einki av teimum fýra føroyingaliðunum í Íslandi, KA, Víkingur Reykjavík, Breiðablik ella Leiknir møtast í áttandapartsfinalunum í íslendsku steypakappingini.
Íslendska fótbóltssambandið dróg í dag lut um hvørji lið skulu møtast í áttandapartsfinalunum, ið vera leiktar 17. til 19. mai.
Víkingur Reykjavík - Grótta
Valur - Grindavík
Stjarnan - Keflavík
Þróttur R. - Breiðablik
FH - Njarðvík
HK - KA
Þór - Leiknir Reykjavík
Fylkir - KR
Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir fingu eitt gott lutakast. Teir skulu á heimavølli spæla móti Gróttu úr næstbestu deildini. Liðið hjá Patriki Johannesen og Klæminti A. Olsen, Breiðablik møtir Þrótti Reykjavík úr næstbestu deildini á útivølli, og skuldi tí havt ein góðan møguleika at vunnið seg víðari. Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA fingu ein rættiliga torføran útidyst móti HK í Kópavogi. Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Leiknir skulu spæla á útivølli móti Þór Akureyri. Talan er um eitt heilt gott lutakast, tí Þór spælir eisini í næstbestu deildini, og fyri Kaj Leo og liðfelagarnir var tað týdningarmikið at sleppa undan einum liði úr bestu deildini.