Lundin hevur ikki verið friðaður í Nólsoy seinastu árini, men í ár hevur so Heimara Helvt, sum annars eigur rættin til Urðina í ár, gjørt av, at eingin fer á fleyg í Urðini í 2018.
- Við at friða lundan, gera nólsoyingar tað sama sum tey í Skúvoy og Mykinesi, skrivar www.jenskjeld.info á sínari heimasíðu.
Víst verður á, at í 1997 var eitt lið av granskarum í Nólsoy í ein mánaða, og tey meira ella minni búðu úti í Urðini. Tá metti svartfugla-serfrøðingurin, Lech Stempniewicz, at lundastovnurin í Nólsoy var millum 35.000 og 50.000 pør.
Á heimasíðuni verður víst á, at ein leyslig meting í 2018 er, at helst eru ikki meira enn 5.000 til 10.000 pør eftir í Nólsoy. Tað er ein afturgongd á umleið 80 prosent.
Tó verður á heimasíðuni einki sagt um, hvør hevur gjørt metingina fyri 2018, og hvat metingin annars byggir á. Víst verður eisini á, at tað sjálvandi ikki bara er fleyging, sum týnir stovnin, tí nógv annað ger seg galdandi.
- Men, um vit í ringasta føri ímynda okkum, at flestu pisur frá seinasta summar vórðu skotnar í vetur, og at fleyging haraftrat hevði verið loyvd, hevði tað gingið enn skjótari afturá, og tað er ikki gott.
Á heimasíðuni - jenskjeld@info - verður at enda víst á, hvussu hugaligt tað er, tá teir, ið fleyga lundan, eisini hugsa um at verja hann.
In.fo kann leggja aftrat, at vanligt var, at fleygatíðin eftir lunda í Nólsoy byrjaði á syftunsøku, 2. juli, men í Nólsoy hevur eingin gingið á fley í fleiri ár, tó at lundin ikki alment hevur verið friðaður í oynni.










