Eingin flúgving til Billund í vetur

Maersk Air fer ikki at flúgva millum Vágar og Billund í vetur, sum annars hevur verið gjørt undanfarin ár

 

Rutan hjá Maersk Air millum Vágar og Billund í Jyllandi, sum flogin hevur verið mánadag og fríggjadag, verður niðurløgd í vetur.

Tann 30. oktober flýgur Maersk flogfarið seinasta túrin til Billund á hesum sinni. Flúgvingin verður so niðurløgd fyri veturin og byrjar aftur í mai komandi ár. Grundin er einfald tann, at ov lítið fólk ferðast á hesi rutuni

Tó verða fýra túrar gjørdir um jólini. verður sagt av Flogfelag Føroya, sum umboðar Maersk Air í Føroyum. Teir túrarnir verða 20. og 22. december og 2. og 3. januar. Hesir túrar eru serliga grundaðir á útisetar, sum koma heim at halda jól.

Tað er longu væl umbiðið til hesar túrarnar, siga tey á Flogfelagnum. Vanliga biða fólk um hesar ferðaseðlarnar longu beint eftir ólavsøku, ella tá tey fara av landinum aftur eftir summarfrí í Føroyum. Hetta er í stóran mun lesandi, sum koma heim aftur til jóla.

Hesi ferðaseðlar skulu gjaldast í so mikið góðari tíð, at til ber at selja øðrum, um onkur kortini ikki verður brúktur. Onkuntíð hevur tað verið so, at fólk vilja tryggja seg og bíleggja til fleiri dagar, tí tey ikki rættiliga vita, nær tey fáa jólafrí. Gloyma tey so at siga frá, standa ferðaseðlarnir bundnir óneyðuga leingi.

Men ferðamannastovurnar kenna sjálvandi eisini hendan trupulleikan og plaga at »rudda upp«, tá nakað líður út á heystið.

Annars eru tey á Flogfelag Føroya rímiliga væl nøgd við summarflúgvingina í ár. Væl av fólki ferðaðist, og tað komst fyri ein part av tilboðunum, givin vórðu fyrr í summar. Men yvirhøvur hevur væl av fólki ferðast loftvegis í ár, láta tey at á Flogfelagnum.

Hvussu verður við nýggjum tilboðum, vita tey onki at siga um enn. Men tað kann koma okkurt nær sum helst, skilst. Tað er

Maersk Air, sum skipar fyri tí, og so fær umboðið í Føroyum bara boð, tá tað hendir.

-Men, verður lagt aftrat av Flogfelag Føroya, vit nærkast lágárstíð nú einaferð aftur.