- Kappingin um frysta fiskin er rættiliga hørð fyri tíðina, og tað nærum lønar seg ikki at keypa frystan fisk.
Tað visti www.sandportal.fo at siga í gjár.
- Flakavirkið í Skopun, sum fór undir hetta arbeiði fyrr í ár, hevur ligið stilt nú í einar átta dagar og ikki er greitt, nær fiskur aftur er á virkinum.
Heimasíðan veit at siga, at trupulleikar hava verið, síðan virkið í Skopun fór undir hesa framleiðslu fyrr í ár.
- Flakavirkið hevur ómetaliga stóran týdning fyri eina bygd sum Skopun - og ikki minst Sandoynna, men vónin er kortini, at fiskur verður aftur har, um ikki so langa tíð, skrivar www.sandportal.fo